Eitt hátrýst yvir Skandinavisku hálvoynni liggur nærum í stað komandi dagarnar. Í næstu viku koma fleiri lágtrýst upp móti Grønlandsfjørðinum. Hetta hevur við sær, at ein streymur mennist av suðri og landsynningi og tilhoyrandi brúgvaløg fara yvir Føroyar.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Seinnapartin møguliga regn av og á. Hitin millum 7 og 12 stig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind. Um kvøldið og náttina makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á, men um náttina klárar í. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mikudagin øtlar hann vindin aftur í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sum frá líður sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.
Hósdagin andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt og sólin sær, men sum frá líður skýggjað í støðum. Hitin millum 8 og 12 stig.
Fríggjadagin andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Leygardagin andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og snarar í ein útsynning og vestan. Sum frá líður skýggjað og regn og mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 4 og 9 stig.