Góð ráð um stearinljós

Danska brúkararáðið gevur góð ráð til tey mongu, sum brúka nógv stearinljós um høgtíðina.

Tey minst dálkandi ljósini hava svanamerki, og mælt verður frá at tendra ljós, sum anga, geléljós og ljós við glitri.

Lat veikin verða stuttan, tí annars sótar ljósið illa.

Sker kantin niður á blokkljósum, so login ikki brennur langt niðri í einum holi, tí jú minni súrevni sleppur til logan, verri sótar tað.

Lat ikki ljósið standa í gjóstri ella yvir einum heitum ovni, tí tá sótar tað verri.

Sløkk ljósið við ljósasløkkjara ella við tveimum fingrum i staðin fyri at blása á tað.

Koyr vindeyguni upp, tá ið ljós hava verið tendrað fyri at fáa ringu luftina út.