Elin Neshamar,
praktikantur
Flestu foreldur kenna í størri ella minni mun sjabbaríið, ið kann standats av kræsnum børnum. Men foreldrini kunnnu sjálvi gera av, um kræsnið skal sleppa at vaksa seg til ein ovurhonds stóran trupulleika
Góð samvera við borðið
Latið tað vera gott og hugnaligt við borðið, tá ið tit sum familja sita og eta. Tosið um ymiskt, sum er hent, men tak ikki evni upp, ið kunnu enda við trætum og seldarí. Um barnið ikki vil eta, er betri ikki at gera ov nógv hóvasták burtur úr tí. Best er at lata sum onki, og lata barnið ansa sínum egna tallerki. Minnist til, at matarlysturin hjá børnum kann vera skiftandi, og um barnið onki etur nú, etur tað kanska meir við næstu máltíð.
Ikki noyða børnini
Góðtakið, at tað er sumt, sum barnið ikki vil eta; tó ikki í so stóran mun, at barnið sleppur undan einum og hvørjum, bert við at snerkja eitt lítið sindur.
Hugburðurin hjá foreldrum hevur sera nógv at týða. Um tú sigur matin verða vánaligan ella smakka illa, so ger barnið tað sama.
Onki óvanligt er í, at børn í eina tíð ikki vilja eta okkurt ávíst, sum t.d. eplir. Um barnið tí eingin eplir etur hesa tíðina, men annars etur alt annað, hevur hetta einki at týða. Ansa tí eftir ikki at gera ov nógv hóvasták burturúr hesum Gev heldur barninum annan heilsugóðan kost, og bjóða tí kortini eplir nakrar ferðir ígjøgnum vikuna. Sum frá líður, fer barnið uttan iva at vilja hava epli aftur.
Um matvanarnir hjá barninum gerast í so einstáttaðir, sum til dømis at tað einans vil eta jogurt, bæði á morgni, middegi og kvøldi, er best at lata vera at keypa jogurt í eina tíð. Lat barnið í staðin hava møguleikan at velja annan heilsugóðan kost.
Verið varin við tí søta
Allarflestu børnum dáma væl at fáa okkurt søtt. Kortini er ikki gott at geva børnum nógv góðgæti, bert fyri at vissa sær, at tey hava fingið okkurt at eta. Um børn fáa ov nógv góðgæti, missa tey matarlystin til sunnari kost, og ov nógv góðgæti gerst ein ringur vani.
Leggið tykkum eftir ikki at hava góðgæti, keks og tílíkt liggjandi í skápinum, men bert at hava tað til serstøk høvi. Gevið í staðin barninum møguleikan at fáa okkurt heilsugott ímillum máltíðirnar, sum t.d. ein grovbolla, eina gularót ella tílíkt, og ansið eftir, at millummálarar ikki liggja ov nær at høvuðsmáltíðum, men heldur millum tvær máltíðir.
5 ráð til foreldur at kræsnum børnum:
1. Latið máltíðirnar fara fram í góðum umhvørvi, við góðari samveru.
2. Ansið eftir, ikki at geva børnunum serpleygu við borið, men havið kortini nakrar barnamatskáir um vikuna.
3. Latið barnið vera við til at velja heilsugóðan kost, og haldið á at bjóða barninum matin, hóast tað eina ferð hevur sýtt at eta. Tó uttan at noyða tað at eta.
4. Havið barnið við í matgerðini. Barnið torir betur at royna matin, um tað sjálvt hevur verið við til at gera matin.
5. Verið sparin við tí søta, og latið ongantíð góðgæti vera lønin afturfyri at barnið vil eta.
Kelda: Fødevarestyrelsen