Eisini kavin og frostið teka hart upp á mekanisku lutirnar. Við umhugsni ber tó til at verja seg, soleiðis at sleppast kann undan óvæntaðum trupulleikum og dýrum umvælingum.
Her nøkur góð ráð fyri at umgangast nógvar av hesum trupulleikum:
Minnist til at taka viskararnar út frá rútinum tá tað frystur um næturnar. Tað hendir seg ofta, at bilar verða settir í gongd, meðan viskarnir eru frystir fastir í rútin við tí úrsliti, at viskaramotorarnir brenna yvir, ella viskararamekanismurnar taka skaða.
Í frosti er vandi fyri at gummilistarnir innan fyri hurðarnar frysta fastir, tá hurðin verður latin upp við tí úrsliti, at teir kunnu skrædna.
Tað er umráðandi at hurðlásini eru væl smurd um veturin, bæði lásini inni í hurðunum og sjálvur lásasynindarin.
Hetta er bert galdandi fyri dieselbilar. Um tangin er fullur slepst undan kondensvatni í tanganum, sum gevur trupuleikar við motorgongdini.
Eisini er umráðandi at tappa vatnið av dieseloljufiltrinum. Filtrini hava ein stuss til at tappa vatnið av við
Eisini skal man syrgja fyri frostvesku og sprinklaravesku, at hava tey røttu dekkini, røttu ljósføringina, kanna um akkumulatorin er góður nokk og at polera og bona bilin til veturin.










