Góð ráð frá pápanum

Fyri 17 árum síðani var pápi Gunvá, Jógvan við Keldu, borgarstjóri í eini samgongu, sum hevði júst sama arbeiðssetning. Sjálv sigur Gunvá í dag, at tað heilt víst er ein fyrimunur hjá sær, at hon hevur ein persón, sum hon kann sparra við um støðuna hjá kommuni í dag

Kommunur

Tá kreppan av álvara rakti landið – og harvið eisini kommunurnar – fyrst í 90’unum, var støðan í Klaksvík ikki heilt ólík henni, sum var galdandi við ársbyrjan í 2009.
Ta ferðina æt borgarstjórin Jógvan við Keldu, og fremsta uppgávan hjá tásitandi býráð var at fremja stórar sparingar. Ein ætlan sum eisini eydnaðist, og sum viðførdi, at kommunan seinna partin av 90’unum uppspardi stórt gjaldføri.
Í dag er tað dóttirin, Gunvá, sum situr við stýrisvølin, og hon sigur, at tað avgjørt hevur verið ein góður stuðul hjá henni, at pápin á sinni hevði mest sum somu uppgávu.
- Sjálvandi tosa vit nógv saman, og tað hevur verið sera gott hjá mær, at eg á tann hátt havi havt ein persón, sum eg havi 100% álit á, at sparra við. Og bara tað í sjálvum sær ger eisini, at tað hevur verið lættari hjá mær at sita í sessinum, tá stórar sparingar hava verið á skránni, sigur Gunvá við Keldu.