Góð partabrøv

Tey, sum eiga partabrøv í norsku alivinnuni, hava gjørt kvetti teir seinastu dagarnar, tí virðið á partabrøvunum hevur verið støðugt hækkandi. Orsøkin er, at laksaprísurin hevur verið hækkandi, samstundis vandin fyri einari nýggjari kvotuskipan og minstaprísi á ES-marknaðinum er lítil.

Aftenposten skrivar, at partabrøvini í Fjord Seafood Group eru hækkað úr 2,00 krónum í 2,50 krónur, í Lerøy Seafood Group eru tey hækkað úr 29,00 í 32,50 krónur, og í Domstein er partabrævavirðið hækkað úr 5,00 í 5,50 krónur. Eisini tey, sum eiga partabrøv í stórfyritøkuni Pan Fish, hava fingið ágóða av teimum batnaðu útlitunum. Har eru partabrøvini fallin úr 4,00 krónum í 1,30 krónu teir báðar seinastu mánaðarnar, men nú er fallið steðgað.

Aftenposten skrivar, at viðurskiftini á ES-marknaðinum eru við at koma í rættlag, eftir at ES setti verjutiltøk í verk í august. Tey fara úr gildi 6. februar næsta ár.