Í gjárkvøldið gjørdist tað endaliga greit, at GÍ og LÍF leggja saman í nýtt felag. Ein av spurningunum, sum nýggja nevndin í felagnum skal taka støðu til, er, hvørjum litum nýggja liðið skal spæla í.
- Tað er av týdningi, at øll kenna seg væl í nýggja felagnum, og tí eru vit samd um, at nýggja liðið skal ikki spæla í gulum ella grønum klæðum. Vit eru samd um at finna ein nýggjan lit, og taðskulu vit gera innan stutta tíð, segði Páll Gregersen, formaður í GÍ/LÍF, við Rás 2 á middegi.
Hann segði eisini, at dystirnir hjá Formulaliðnum GÍ/LÍF verða spældir í Gøtu.