Um vikuskiftið tørna GÍ og KÍ so saman í steypafinaluni, sum verður spæld á vøllinum í Leirvík leygardagin kl. 13.00. Eingin ivi er um, at kvinnurnar úr Klaksvík eru stórfavorittar at vinna dystin, men GÍ hevur fyrr givið KÍ ein skarpan gang. Í eini steypafinalu kann at kalla alt henda, og tí er ikki óhugsandi, at GÍ-kvinnurnar enn einaferð fara at leypa ein hvøkk á KÍ.