Kristoffer Kinden Endresen, er eldhugaður norrmaður miðskeiðis í tjúgunum, sum hóast hann er ungur, hevur hollar royndir innan tónleikaídnaðin.
Kristoffer Kinden Endresen hevur seinastu árini arbeitt kring alt Skandinavia. Millum annað sum fyriskipari á Mejeriet í Lund í Svøríki, sum booking-agentur fyri Gearbox Agency í Danmark og sum agentur fyri norska booking felagið TikTak. Hann hevur arbeitt við at leggja til rættis konsertferðir yvir alt europa og er stjórnarlimur í Network Europe, sum er eitt samtak av europeiskum booking-agentum.










