Tónleikur
AME Føroyar hevur longu nú bjóðað komandi vinnaranum av føroysku GBOB kappingini, at spæla tá ið tiltakið fer av bakkastokki í apríl næsta ár, og hetta fegnast <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ stjóri í G! Music, sum m.a. skipar fyri GBOB kappingni og G! Festivalinum.<BR>- At Norðurlandahúsið stuðlar GBOB kappingini fíggjarliga og hevur valt at bjóða føroyska vinnaranum við til stóra sýnisgluggatiltakið í apríl mánaða er at gleðast um. Vit hava skotið upp, at Norðurlandahúsið savnar allar kreftir til eitt nýtt og endurnýggjað sýnisgluggatilak og fær flest møguligar partar við í eitt samstarv um tiltakið, greiðir <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ frá. <BR>- Avgerðin at umskipa AME og taka umboð fyri størsta partin av føroyskum tónleikalívi við í planleggingina er sera skilagóð. At NLH eisini velur at arbeiða saman við GBOB og stuðla tí eru týðilig tekin um góða samstarvsviljan og dirvið til at hugsa nýtt og at laga seg til broyttar umstøður hjá Norðurlandahúsinum, heldur Jón Tyril.
- Eg haldi vit fáa bæði eina betri kapping OG eitt betri sýnisgluggatiltak í Norðurlandahúsinum við at allir partar arbeiða saman, stutt sagt fáa vit bæði posa og sekk til føroyskt tónleikalív, og tað er fremsta málið við tiltøkum av hesum slag, sigur <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$,