GÍ-NSÍ 4-2 (1-2)
Dysturin í Sarpisgerði leygardagin var ein av teimum, har talan var um eykaleikarar hjá báðum feløgum, sum meira ella minni skulu halda formin við líka í 2. deild.
Ikki tí, sjálvandi vilja menn altíð vinna, tá farið verður á vøllin, men hinvegin er tað ikki av altavgerandi týdningi fyri hesi lið, har aðalsetningurin aloftast er at varveita sessin í deildini, so eykamenninir hjá 1. liðshópinum kunnu spæla á so høgum støði sum gjørligt.
Runavíkingar gott spæl
Sum vera man, so hava úrslitini hjá báðum feløgunum verið nakað óstøðug. M.a. tí samansetingin av fólkinum kann broytast rættuliga nógv, orsakað av broytingum á besta liðnum.
NSÍ verður tó sagt at teljast millum liðini, sum kanska spæla besta fótbóltin í deildini, og í Gøtu góvu teir aftur prógv um hetta.
Tað vóru nevnliga runavíkingarnir, sum høvdu bóltin nógv meira enn vertirnir, og fyrsta partin av hálvleikinum gav hetta eisini úrslit í tveimum málum, sum Fróði Jóanesarson og Bergur Hansen skutu fyri gestirnar.
Hóast NSÍ framhaldandi hevði lekliga yvirvág, so eydnaðist tað kortini Jan Skoradal at minka um munin stutt fyri steðgin, tá hann var hægstur eftr hornaspark.
GÍ vandamikið
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, men nú var tað sum um runavíkingarnir vóru gandaðir, tá teir nærkaðust málinum.
Nógv og skjótt smáspæl úti á miðjum vølli var á skránni, men sjáldan ella ongantíð gav hetta úrslit í góðum málmøguleikum.
Jan Skoradal skeyt eisini GÍ upp á javnt, og nú kom rættuligur fjáltur á runavíkingar.
Leikliga yvirvágin var nú eisini um at hvørva, og tá altíð vandamikli Heini Heinason legði vertirnar á odda, var líkt til at dysturin at kalla var avgjørdur.
Soleiðis skuldi eisini vísa seg at vera, men ikki fyrr enn Magnus Dalbø hevði skotið eitt heldur merkisvert mál, varð dysturin blástur av. Eftir skot frá GÍ leikara var bólturin á veg út til hornaspark. Tað eydnaðist kortini verjuleikara at forða fyri hesum, men tá hann beindi bóltin inn aftur á vøllin, gav hann samstundis Magnusi opnan málmøguleika úr stuttari fjarstøðu, og hann takkaði bara fyri.
Skotvenjing
Dysturin endaði sostatt við sigri til gøtumenn, og uttan at gera stórvegsi meira burtur úr, so kann helst staðfestast, at teir eru fegnir um stigini.
Í øllum førum er líkt til, at gøtumenn uttan stórvegis trupulleikar megna at standa seg í deildini.
Tað gera runavíkingar helst eisini, men hóast hetta, so man skotvenjing og uppspæl til møguleikar standa ovarlaga á skránni, ein av komandi venjingardøgunum.