Tann ólukkuliga støðan sæst lýst í frágreiðingum umboðsmansins, serliga nýggjastu um politiska uppílegging í grannskoðaramálið, men eisini fleiri øðrum. Samstundis gerst alsamt meiri greitt, hvussu stór politiska gølan um miðnámsskúlan í Suðuroy er, eins og frættist um fleiri onnur mál.
Hóast óteljandi av hesum málum eru reist á tingi seinastu 7 árini, hevur gongdin higartil verið greið: Hvørja ferð tingfólk royna at kanna hesi mál – t.d. tá ið roynt var at fáa kanning av eftirlitsarbeiði løgmanna eftir stýrisskipanarlógini – verður málið køvt, og lok lagt omaná sannleikan. ABC-samgongan hevur higartil nýtt meiriluta sín at forða fyri djypri kanningum og avleiðingum.
Men seinastu málini mugu hava sannført tey flestu um, at hetta hevur elvt til støðugt størri óskil í fyrisitingini. Álitið máast undan politisku skipanini og rættartrygdini burtur, um ikki stór og prinsippiel stig verða tikin beinanvegin.
Nú landsstýrið ætlar at kanna seg sjálvt, fer máast álitið enn meira undan fyrisitingini.
Vit fara tí at skjóta upp fyri tingbólkum okkara eins og øðrum tingfólkum:
At frágreiðingin frá Umboðsmanninum um politiska uppílegging í grannskoðaramálið verður nýtt sum grundarlag fyri at reisa ákæru eftir §5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna mótvegis teimum landsstýrismonnum, ið sambært frágreiðingini hava framt greitt brot á sínar skyldur og ábyrgdir.
At Løgtingið setur kanningarstjóra at kanna og lýsa alt málið um skúlabyggingina í Hovi við denti á politisku og fyritsingarligu avgerðirnar.
Fer samgongan at forða fyri hesum, fara vit at leggja uppskot fyri tingið um at seta eina seta §19-nevnd sambært stýrissskipanarlógini at kanna hesi mál.
Løgtingið skal so fáa høvi at taka støðu næstu dagarnar.
Høgni Hoydal
form. í Tjóðveldi
Kári á Rógvi
form. í Sjálvstýrisflokkinum