Gøluróður: 10-mannaførini noktaðu at rógva umaftur

Róðrarsambandið vildi hava umróður, men manningarnar noktaðu at rógva

Tað skuldi verða tann stóra gleðisløtan, men róðurin hjá 10-mannaførunum á ólavsøku fekk ein gølulíknandi enda.

Tá ið føroyameistarin Ormurin Langi sum fyrstur bátur kom á mál, varð fýrverk skotið á Tinganesi. Havnarbáturin og Suðuroyingur, sum kappaðust um annað plássið, vóru ikki komnir á mál, tá ið brestirnir frá fýrverkinum blandaðu seg við skotini hjá máldómaranum.

Róðrarsambandið vildi hava umróður, tí fýrverkið kundi hava órógvað róðurin.

Hetta skapti ein løgnan stemning á málinum, tí gleðisrómurin var ikki so stórur, sum hann átti at verið eftir eitt langt kappingarár, har Ormurin Langi hevur verið suverenur og longu fyri ólavsøkuróðurin hevði tryggjað sær FM-heitið.

Sambært Kringvarpi Føroya noktaðu allar tríggjar manningarnar at rógva umaftur og fóru í land. Tær hildu, at fýrverkið hevði ikki ávirkað róðurin, og ein umróður fór ikki at broyta nakað í FM-kappingini. So mátti úrslit verða úrslit.

Ormurin Langi var fyrstur á mál í ólavsøkuróðrinum, og harvið vann hann allar sjey FM róðrarnar í ár. Havnarbáturin var nummar 2, og Suðuroyingur var nummar 3.

Róðrarsambandið avgjørdi at strika úrslitið av 10-mannafarsróðrinum á ólavsøku, og sum nú er, telir hann ikki við í FM kappingini. 

10-mannafør - støðan FM 2019 (bert 6 róðrar, ólavsøkurróðurin varð strikaður)
1. Ormurin Langi 42 stig
2. Suðuroyingur 35 stig
3. Havnarbáturin 31 stig