Hetta er fyrstu ferð, at G! Festivalurin hevur verið so leingi, nú ein dagur varð lagdur aftrat skránni. Nú er ballið er liðugt, tónleikurin sløktur, og festivalgestirnir eru farnir heim.
At G! í ár hevur lagt ein dag aftrat skránni hevur riggað stak væl. Av teimum tjaldarunum, sum longu komu á teltøkið týsdagin, eru fleiri, ið nú hava verið í Gøtu seks dagar - ella fimm nætur.
Seint leygarkvøldið vóru kendu bretsku diskararnir á pallinum á Sandinum. Tað var kanska tann konsertin, har allar mest lív var í, og Faithless fekk allan Sandin at hoppa og dansa. Allar fremst skaptist eitt stórt "moshpit", har áskoðararnir hoppaðu inn í hvønn annan; serliga nógv til hittlagið "Insomnia". Nógvur elektroniskur tónleikur var í gjár, og aftaná Faithless var Grundin karmur um bæði Sakaris og diskara Antony Charles. Leygarkvøldið var ein góður endi uppá ein góðan festival, bæði hvat viðvíkir tónleiki, mati og tiltøkum.
Høvuðsnavnið á G! í ár var enska heimsstjørnan, Rag’n’Bone Man, sum hevur toppað fleiri hittlistar runt heimin. Hann gav eina góða konsert, men megnaði ikki at seta so nógv lív í áskoðarafjøldina, sum mann kanska hevði vónað. Tað hevur ivaleyst verið orsakað av plaseringini á skránni, tí hann spældi mikukvøldið klokkan 22:00. Men her má støða eisini takast til, at eitt verðinsnavn sum hann hevur sikkurt fult bókaðan kalendara, og mikukvøldið á G! hevur verið tað einasta, ið passaði honum. Í mun til tað, so var konsertin góð og tað kókaði í fremstu áskoðararekkjunum. Aðrar konsertir, sum fólk hava tosað nógv um í ár, hava verið tær hjá Swangah og Hamferð, og Sangløtan var eisini ein góð løta, har fólk hugnaðu sær og sungu felagssangir.
Eta stóð fyri matinum á festivalinum. Tað var vælsmakkandi og skjót service, men tað manglaði eitt sindur av fjølbroytni. Nógvir vegetarar vóru á G!, og fleiri teirra hava sóknast eftir mati til sín. Har vóru nudlir at fáa onkrastaðni, men tað var ikki nokk, hava fleiri sagt.
Hóast nógv regn og óveður fyrrakvøldið, virkaði tað ikki sum, at tað ávirkaði lagið á festivalgestunum. Regnjakkin bleiv bara funnin fram, og góði hýrurin helt fram í regninum. At fólk duga at hugna sær á G! festivalinum var hetta prógv um.
Niðanfyri eru myndir at síggja frá leygarkvøldinum.