Gøla í Glasgow: Hetta er pínligt

EM í svimjing er rakt av eini gølu, har klokkan ikki hevur riggað, sum hon skal

Í hesum døgum er EM í svimjing í Glasgow í Skotlandi. Í dag skrivar svimjing.com, at ein tíðar-gøla hevur tikið seg upp, tí klokkan í høllini hevur gingið ov skjótt. 

 

Í stuttum verður greitt frá, at flestu tíðirnar hava verið 0.1 sekund for skjótar. Tað ljóðar ikki av nógvum, men í svimjing kann 0.1 sekund hava stóran týdning, tá eitt heimsmet skulu setast.

 

- Fyriskipararnir av EM 2018 her í Glasgow máttu í gjár krúpa til krossin og viðganga, at flest øll úrslit vóru ov góð frá finalunum leygarkvøldið, íroknað heimsmetið hjá Adam Peaty. Lýsti trupulleikin var stutt sagt, at tey høvdu sett eina spildurnýggja tíðtakingareind til skipanina, sum krevur eina stilling áðrenn hon gevur rættar tíðir, skrivar Rókur í Jákupsstovu úr Glasgow og leggur afturat:

 

- Hendan eind verður nýtt til fleiri ymiskar ítróttir, og fyri svimjing er tað óhepna, at um tú setur hesa eind til uttan at broyta standardsetingina, so verða allar tíðir 0.1 sekund ov skjótar.  Av hesi orsøk vóru allar tíðir 0.1 sekund ov skjótar, frá níggju teimum fyrstu kappingunum, leygarkvøldið, íroknað 100 m bringu, har Adam Peaty setti heimsmet við 0.13 sekundum, skrivar svimjing.com.

 

Heimsmetið setur tí við, men nú við bara 0,03 sekundum. Rókur í Jákupsstovu, formaður í svimjiambandinum, sigur víðari, at hetta er pínligt fyri evropesiska svimjisambandið, LEN.

 

- Hetta er alt sera pínligt fyri LEN og fyriskipararnar, og tey kundu tí heldur ikki annað enn biðja um umbering, á liðleiðarafundinum sunnudagin. Men tað tykist tó ikki sum um at nakað serligt rok varð av hesum, hvørki á liðleiðarafundinum ella aftaná. Her var sjálvsagt nógv eftirfylgjandi aftaná, og undran tí at eingin tykist at hava upplivað hetta fyrr, stendur skrivað á svimjing.com

 

Tey bæði, sum luttaka fyri Føroyar, eru Alvi Hjelm (1996) úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen (2000) úr Ægir.