Góð líkindi til bátafestivalin á Toftum í dag

(Bátaradio) Hoyr reportaran hjá Rás2, Vilmund Jacobsen greiða frá

Seinnapartin í dag millum klokkan 13 og 17 verður sendingin "Bátaradio" á Rás2 í samband við, at bátafestivalur er á Toftum í dag.

 

Vilmund Jacobsen verður reportari, og verður við í bátafylginum frá Skálabotni og til Toftir. Øll kunnu lurta eftir "Bátaradio" á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Vilmund Jacobsen greiða frá. Prátið var gjørt á Rás2 beint áðrenn klokkan 12.