Atli Gregersen, Hans Pauli Petersen og Sverri Jacobsen hava allir skrivað undir nýggjan sáttmála við GÍ. Atli Gregersen er stórur, sterkur og bólttryggur verjuleikari, ið hevur roynt seg bæði uttanlands og í GÍ. Seinasta kappingarár spældi hann við GÍ, men áðrenn tað hevur hann m.a. leikt við Frem í donsku 1. deild. Hans Pauli hevur í fleiri ár verið partur av besta liðnum hjá GÍ. Hann kann spæla á fleiri plássum bæði í verjuni og á miðvøllinum. Sverri Jacobsen er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu. Sverri hevur hetta kappingarárið spælt heilt nógv í álopinum, men kann eisini spæla longri afturi á miðvøllinum.









