Grundað óvanliga góða veðrið, ið var í Klaksvík hósdagin, valdu fyrireikarnir at opna Stóra Pallin í úrtíð. Hetta merkti, at Glóð fekk heiðurin av at vera fyrsta navnið á Vágsbø í 2012.
Glóð er nýggja verkætlanin hjá sangaranum í The Dreams, Hans Edward Andreassen. Afturat sær hevur hann fingið dugnaligar tónleikarar, ið eru kendir úr ymiskum samanhangum í føroyska tónleikalívinum. Edmund í Garði er guitarleikari, Kristoffer Mørkøre bassleikari og handan trummurnar situr Rúni Mouritsen. Saman við roynda frontmanninum Hans Edwardi, mynda teir ein bólk, sum á pappírinum átti at verið rættuliga góður.
Sum sagt, opnaðu teir Stóra Pallin á Vágsbøi. Konsertin skuldi annars upprunaliga vera í Flags tjaldinum, men tað er ivaleyst gott, at hon varð flutt, tí tónleikurin, ið Glóð spælir, hevur brúk fyri einum stórum anleggi og nógvum plássi, soleiðis at alt ljóðið ikki dettur saman.
Nógv fólk var møtt upp á Vágsbøi, serliga tá ein hevur í huga, at tað var hóskvøld, og var tað gott, tí ein frontmaður sum Hans Edward riggar best, tá hann hevur eina fjøld framman fyri sær.
Framførslan var sum heild góð, hóast ljóðið var ivasamt í ein fittan part av konsertini. Tað tóktist sum ljóðmaðurin var ótryggur við tónleikin, tí ta einu løtuna hoyrdist okkurt fram um alt hitt, og næstu løtuna okkurt annað. Hetta bleiv tó betri, sum konsertin leið, men átti ikki at verið ein trupulleiki, tí bólkurin hevði eina rættuliga langa ljóðroynd fyrr um kvøldið.
Tónleikurin hjá Glóð er rættuliga atmosferiskur rokkur, ella poppur, um man vil. Stórar ljóðflatur, ið Edmund, sum ein annar Robert Fripp, stendur fyri, verða blandaðar við eyðkenda punkuta spælistílin hjá Hans Edwardi og dynamiska trummuspælinum hjá Rúna, og úrslitið er ólíkt tí mesta, man er vanur at hoyra úr Føroyum. Men júst stóra ljóðmyndin kann vera trupul at endurskapa á pallinum, tí har eru nógv ting, ið skulu fella í hakk, og kemur slingur í, hoyrist hetta beinanvegin. Teir megnaðu tó at halda seg á smala vegnum gjøgnum alla konsertina, og til tíðir var tað sum at hoyra eina upptøku, tí alt var so væl lagt til rættis.
Eisini er vert at nevna, at við sær á pallinum, høvdu teir tvær kórgentur. Hesar báðar góvu veruliga nakað til tónleikin, og stuðlaðu væl upp undir røddina hjá Hans Edwardi.
Hóast konsertin var væl spæld, og ilt er at seta fingur á nakað tekniskt, má eg viðganga, at til tíðir mintu sangirnir ov nógv um hvønn annan. Ikki tí, tað er ikki ringt í sær sjálvum, men tað kundi tænt teimum væl, um teir royndu at variera ljóðmyndina meir, og kanska fluttu seg eitt sindur meira yvir í ráari land, tí á tann hátt høvdu stóru fløturnar staðið meira defineraðar, og sostatt undirstrika tað skapanarkraftina, ið hesin bólkur heilt týðiliga hevur.