G! kirkjan er ein fastur táttur á festivalinum, hópin av fólki leita sær inn í hugnaliga fjósið, sum nú í vikuskiftinum er umbroytt til eina kirkju.
”Endamálið við G! - kirkjuni er at hava eina opna hurð fyri øllum” sigur Marjun í Kálvalíð, prestur.
Fólk eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein heitan drekkamunn, smákøkur og eitt prát - eingin verður koyrdur út. Tey siga seg ongantíð hava uppliva nakað keðiligt í øll tey árini G! kirkjan hevur verið til.
- Fólk koma bara inn, summi hava okkurt upp á hjartað, meðan onnur mest koma inn fyri at fáa hitan og hugnan. Kirkjan verður væl vitja og koma øll sløg av fólkið, bæði útlendingar og føroyingar.
”Tað eru bæði prestar og fríðkirkjunar, ið standa fyri og taka sær av G! kirkjuni, tað at tiltakið er tvørkirkjuligt hevur sera stóran týdning” leggur Marjun afturat.
Tað er Sigrun Gunnarsdóttir, av Eiði, sum í ár hevur prýtt hølini við málningum.










