Eitt av endamálunum hjá Timburhandlinum er at veita kundum sínum eina góða tænastu.
Ein partur av hesi tænastuni er at vísa teimum tað stóra úrvalið sum finst úti í heimi, og sum handilin sjálvur kann bjóða fram av nýggjum tilfari, amboðum og aðrari útgerð.
Við sær á messuna høvdu hesir 80 handverksmeistararnir eina rekvisitión frá Timburhandlinum, sum skuldi nýtast í samband við keyp av vørum.
Treytin fyri at kunna keypa á messuni var, at tann einstaki handverksmeistarin hevði eina slíka rekvisitión við stemplinum hjá Timburhandlinum á. Uttan eina slíka varð keypið ikki góðtikið av seljaranum.
Hinvegin so kundi Timburhandilin upplýsa handverksmeistarunum at tann vanliga leveringstíðin uppá tað, teir høvdu keypt var 2 til 3 vikur.
Og sum skilst nýttu fleiri teirra eisini høvið at keypa bæði eitt og annað á byggimessuni.