Góð javnvág í fíggjarstøðuni

Hóast tosað hevur verið um búskaparliga stagnering, hevur Landskassin eina góða fíggjarstøðu

Landskassin

Seinasta gjøgnumgongdin av fíggjarstøðuni hjá landskassanum vísir, at nettostøðan er góð.
Soleiðis byrjar Landsbankin seinastu frágreiðing sína, sum er at finna á www.landsbankin.fo.
Víst verður á, at nettoognin hjá landinum í dag er 101 mió kr., sum svarar til 1% av bruttotjóðarúrtøkuni. Fyri tíggju árum síðani var talan um eina nettoskuld, sum svaraði til 75% av BTÚ.
Samstundis er bruttolánaskuldi minkað úr 113% í 35% av BTÚ. Bæði tí skuldin sjálv er minkað, og tí talan eisini hevur verið um ein munandi vøkstur í BTÚ.
Gjaldføra ogn landskassans var í 1996 16% av BTÚ. Hon var mest í 2002, tá hon svaraði til 29% av BTÚ, og er síðan minkað til 17% av BTÚ í 2005. Gjaldføra ognin er neyðug fyri at landið kann rinda skyldur sínar rættstundis og er tí eisini neyðug fyri at tryggja landsins lánføri.