Góðir TB-dagar

Tey bæði seinastu vikuskiftini hevur Dráttur skipað fyri seinastu steypakappingini á árinum fyri yngru liðini

Flogbóltur

Sum vant, so var seinasta steypakappingin í flogbólti hjá yngru liðunum við kappingini hjá Drátti, sum hesaferð varð hildin yvir tvey vikuskifti.
Seinna av hesum kappingum varð seinasta vikuskiftið, og mundu ikki minst tey av Tvøroyri fara væl nøgd heimaftur. TB hevur seinnu árini átt eitt av allar sterkastu kvinnuliðunum í landinum, og skal metast eftir yngru deildunum, so stendur hetta ikki at broyta. TB vann nevnliga kappingina hjá teimum trimum yngstu gentubólkunum. Og kanska fara mannfólkini á Tvøroyri eisini at gera um seg í bestu deildini innan alt ov nógv ár. Her kom nenvliga eisini eitt gullmerki til høldar, umframt at yngstu dreingirnir vunnu silvur.
Enn er ein kapping eftir hjá yngru liðunu eftir. Tað er FM-kappingin, sum verður í Havn í døgunum, 3. og 4. apríl.

Úrslit úr Dráttur-kappingini
Dreingir 10
1ÍF
2TB
3SÍ

Dreingir 12
1TB
2Fleyr
3ÍF

Dreingir 14
1SÍ
2Fleyr
3Mjølnir

Mansunglingar
1SÍ
2Fleyr
3Mjølnir

Gentur 10
1TBa
2KÍF
3TBc

Gentur 12
1TB
2KÍF
3Mjølnir

Gentur 14
1TB
2SÍ
3Mjølnir

Kvinnuunglingar
1SÍ
2KÍF
3Dráttur