Seinnapartin í dag hevði Nóllywood frumframsýningar av tveimum stuttfilmum, sum eru framleiddir av ungum fólki, sum eru millum 14 og 17 ára gomul.
Filmsfrumframsýningin var á Føroya Fólkaháskúla á Frælsinum í Havn.
Portalurin/Rás var á staðnum, og fekk orðið á teir báðar ungu leikstjórarnar, Rógva Langgaard og Anniku Dalsgaard, sum fingu seg roynd hesa vikuna. Vit fingu eisini orðið á Rògva Rasmussen, fyrireikara av Nóllywood, sum var væl nøgdur við avrikið hjá evnaríku ungfólkunum, sum hava havt eina strævna arbeiðsviku á Nóllywood. Vit fingu eisini orðið á Sóley Danielsen, sum spældi við í stuttfilminum "Paint".
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina reportasju frá frumframsýningini av báðum stuttfilmunum.