Góðir og javnbjóðis ferðamøguleikar

Ein avgjørd treyt fyri samfelagsligari og vinnuligari menning eins og fólksins trivnaði í ØLLUM landinum er eitt vælskipað infrakervi, bæði á sjógvi og á landi. Tað skal bera til at ferðast úr einum enda í landinum í annan hvønn einasta dag á árinum, og títtleikin á sjóvegis farleiðunum skal verða optimalur.

Innlendis sambandið skal skipast eftir fíggjarliga samhaldsføstum leisti, soleiðis at øll, uttan mun til hvar í landinum ein býr, ella hvar vinnufyritøkur halda til, verða javnsett. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri bústaðar-, trivnaðar- og virkismøguleikum um alt landið. Nú er nógmikið tosað um útjaðaran. Nú skal nakað henda.

Ferðasambandið við útheimin skal mennast. Longdi flogvøllurin fer at geva okkum munandi fleiri møguleikar fyri loftvegis ferðamøguleikum.