- Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar bátastevnu, siga tey, sum skipa fyri stevnuni í Vestmanna. Longu nú kunnu pláss til húsvognar og bátar bíleggjast. Bátastevnan í Vestmanna verður í ár hildin leygardagin 15. mai. Tó verður longu frá mikudegnum 12. mai høvi hjá fólki í bátum og húsvognum at leita sær á stevnuna.
Á heimasíðuni www.vif.fo liggur kunning um eitt nú bílegging av føstum bátaplássi, eins og kunning er um tilmelding fyri húsvognar.
Fyrireikararnir vísa á, at hósdagurin 13. mai er kristi himmalferðardagur, og tá er eitt gylt høvi hjá fólki í báti og húsvognum at koma til bygdar at njóta frið og hugnaliga samveru eins og stemning í umhvørvinum, har húsvognarnir standa og fram við bátabrúgvunum, har bátarnir fara at liggja.
Fríggjadagin 14. mai verður stór barnakonsert, har Kularøtur koma við nýggjum sangum, og Trøllapætur og Omman við fylgi koma á vitjan við einum báti, sum Trøllaomman fer at lána frá onkrum.
Ferðavinnan í bygdini skipar eisini fyri ymiskum spennandi tiltøkum, eitt nú útferðum við bátum, frítíðarfisking á vøtnum og á sjónum, ATV koyring í fjøllunum, og høvið verður eisini at vitja Søgusavnið í Fjørðukrónni.
- Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar bátastevnu, siga tey, sum skipa fyri bátastevnuni í Vestmanna.