Tað gongur avbera væl hjá Manchester United, sum við 2-1 sigri á Aston Villa í gjár, vann seg upp á annað plássið við eins nógvum stigum sum Liverpool.
Anthony Martial legði vertirnar úr Manchester á odda, men Bertrand Traore javnaði fyri Aston Villa. Eitt korter inn í seinna hálvleik fekk Manchester United brotsspark, tá Paul Pogba fór umkoll. Bruno Fernandes skoraði tað, sum vísti seg at verða sigursmálið.
Í 11 ár stóð David Moyes á odda fyri Everton við góðum úrslitum. Í gjár fekk hann aftur eitt gott úrslit á Goodison leikvøllinum, men hesa ferð sum venjari hjá West Ham. Gestirnir úr London vunnu 1-0 við máli seint í dystinum. West Ham liggur mitt á stigatalvuni, meðan Everton enn er í topp fýra.
Í dag verður fótbóltur allan dagin og umfar endar ikki fyrr enn mánakvøldið, tá Liverpool er á vitjan í suðuronglandi hjá Southampton.
Í gjár:
Everton – West Ham 0-1
Manchester United – Aston Villa 2-1
Í dag:
Tottenham – Leeds
Crystal Palace – Sheffield United
Brighton – Wolverhampton
WBA – Arsenal
Í morgin:
Burnley – Fulham (útsettur)
Newcastle – Leicester
Chelsea – Manchester City
Mánakvøldið:
Southampton - Liverpool











