Góðir dagar fyri framman

Í dag fer eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi í ein norðan og ein tilhoyrandi hitabrúgv nærkast Føroyum. Síðani streymar lýggj, men slavin luft inn yvir Føroyar av suðri, men leygardagin kemur ein kuldabrúgv framvið av vestri og sunnudagin fer eitt lágtrýst tvørtur um Skotland á veg í ein landnyrðing.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sum frá líður skýggjað, tað fer at regna ella sirma og í støðum mjørki. Í kvøld øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt, men támut og í støðum mjørki. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Kristi Himmalferðardag

Lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 m/s, sum lækkar í ein sunnan og um náttina øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sirm her og har, mjørki í støðum. Um náttina klárar møguliga í onkustaðni. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men í støðum longri løtur har tað verður skýggjað og møguliga mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig, í støðum møguliga enn heitari, har sólin sær mest. Um náttina skýggjað og regn av og á, í støðum mjørki. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum fer í ein vestan. Skýggjað og stundum regn, mjørki í støðum, men sum frá líður klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Í støðum sólglottar, men møguliga ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Mánadagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men í støðum sól. Hitin millum 7 og 10 stig.