Góði Suðringur

    

Jón Guttesen
Tvøroyri


Tó at eg, sum flest onnur, havi eina politiska støðu, so hevur hetta lesarabrævið ikki til endamáls at vinna einum flokki frama fram um hinar, men heldur ein áheitan til suðringar allar um at halda okkara valevnum føstum í einum stevnumiði framum onnur.
Nú val er í hondum og føgru lyftini ei kenna mørk vil eg bara staðfesta hetta. Um okkara komandi fólkavaldu í valøkinum standa saman, so hevur Suðuroyggin vunnið ein sigur, óansæð hvørjir flokkar fáa umboðan á tingi.
Tað skal verða fremsta uppgávan hjá okkara komandi fólkavaldu at umboða alla oynna, at savna alla oynna og at vinna allari oynni frama á tingi. Tí tá ró verður í hvør sína ætt kemur báturin ongan veg.
Ábyrgdin liggur tí á okkara herðum, okkum sum búðleikast á hesari føgru oyggj, okkum hvørs lagna tingfólksins nú hvílir. At krevja av okkara komndi umboðum at tey fremja okkara søk, søk Suðuroynna, eftir at vit hava sínt teimum tað álit, og tann heiður, at velja tey at umboða okkum í landsins mætastu høll.
Eru avbjóðingarnar og uppgávurnar stórar fyri Føroya land, so eru tær tvífalt stórar fyri Suðuroynna. Tí kann klandur og kykl ikki eiga nakran góðan í tí liði sum skal umboða oynna. Kostinir, góði suðringur, eru tvinnir - og annar er ikki bara mjúkur, men alneyðugur. Standi saman ella felli hvør sær.