Góði Petur Pólsson Jensen

Jóannes Eidesgaard
løgmaður

Tú spyrt meg persónliga í Sosialinum 18. mai, um eg og mín samgonga hava Føroya fólk við okkum í samband við ?hesa lóg, sum skal smíðast og samtykkjast?. Eg taki sum givið, at tú hugsar um antin yvirtøkulógina ella uttanríkispolitisku heimildarlógina ella kanska báðar tvær.
Ja, eg meti so avgjørt, at vit hava ein rættiliga stóran part av fólkinum (eini 60 til 70%) aftanfyri hetta drúgva arbeiðið, sum hevur til endamáls at geva føroyingum møguleika at taka yvir málsøkir, tá føroyingar sjálvir vilja tað ? uttan at noyðast at semjast við danir í hvørjum einstøkum føri, og geva okkum virknari og sjónligari leiklut á uttanríkispolitiska pallinum. Umframt munandi økt sjálvstýri, geva hesar nýggju lógirnar arbeiðsfrið, so vit kunnu savna okkum um at fremja tað, sum tíverri liggur á láni, og sum vit hava sett okkum fyri.
Skilji væl, at tú hugsar um, hvat tað er fyri eitt samfelag lítla dóttir tín skal vaksa upp í. Hetta eru júst somu hugsanir, sum eg og mong við mær hava. Og tað er júst tað, sum er orsøkin til, at landsstýrið er farið undir at leggja til rættis langtíðarmál fyri samfelagið: ?Visjónin um Føroyar 2015?: at gera Føroyar til eitt av heimsins bestu samfeløgum fyri allar borgarar.