Góði løgmaður og tingfólk

Christian V. Dalsgaard


Eg havi ferð eftir ferð sæð KT-verkætlanir settar í verk í Føroyum uttan at vita av hesum frammanundan og uttan at hava møguleika fyri at bjóða upp á hesar.

Tað er so, at eg sum KT-serfrøðingur frítt kann bjóða upp á útboð í øllum ES, um tað so er ein KT-skipan í Keypmannahavn ella í Rom. Reglurnar í ES áleggja tí almenna at lýsa allar KT-værkatlanum í almenum útboði, um tær eru størri enn 1,4 mió. kr. Í Danmark eru reglurnar enn harðari, tí har skal tað alemna lýsa uppgávurnar í almennum útboði, um tær eru størri enn 500.000 kr.

Mín fatan er, at KT-verkætlanir her heima beinleiðis verða lætnar einum ella nøkrum fáum veitarum at bjóða uppá. Fleiri av hesum verkætlanum eru heilt uppi í tíggjutals mió. kr!

Sjálvandi kann tað geva eitt lítið sting í hjartað soleiðis ikki at verða bjóðaður við til háborðs, tá ið íløgur fyri okkara skattakrónur skulu gerast í eina og hvørja verkætlan. Í region Sjælland mugu tey gjalda 50.000 kr. í bót fyri ikki at hava sent innkeyp av sjúkrahúsútgerð í útboð. Allir hesir sáttmálar við veitaran eru av Konkurrencestyrelsen dømdar ólógligar og skulu ógildast.

Eg haldi, vit hava ein trupulleika við reglugerðum á hesum økinum, og hetta er eitt øki, eg hugsi, at Kappingarráðið eisini eigur at hyggja at.

Havi eg skilt tað rætt, at støðan er soleiðis, sum eg havi lýst hana her?