Ása Johannesen
----
Tíverri var eg útiseti tá lógin um tvungna ráðgeving til kvinnur, ið ynskja fosturtøku, var viðtikin. Var eg heima, hevði eg sagt okkurt tá eisini. Tó kann eg ikki við góðari samvitsku halda munn, tá eg lesi útsøgnir sum hasar hjá tær endurgivnar í Dimmu (13. september 2013). Eitt er, at eg haldi ómynduggerðin av kvinnum, sum fylgja av teirra ynski um at ikki vera mamma, er langt úti. Hetta er tó ikki tað einasta, sum fær meg at reisa mínar uggafjarðar.
Tú sigur, at tilboðið frá Sjálvhjálpini um ráðgeving til kvinnur sum ynskja fosturtøku, ikki hevur virkað sum ætlað, tí tað var so lítið brúkt. Tí heldur tú, at ráðgevingin má vera tvungin. Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tilboðið frá Sjálvhjálpini var so lítið brúkt, tí kvinnurnar, hetta tilboðið var til, høvdu ikki ráðgeving fyri neyðini? Hevur tú nakrantíð hugsað um, at kvinnur, ið ynskja fosturtøku, kanska longu hava tosað við onkran, áðrenn tær venda sær til heilsuverkið? Eg kann ikki ímynda mær, at tú veruliga ikki hevur hugsað tann tankan. Taki eg so stórt feil í mínum mistanka um, at tað tú í grundini meinar, er at ráðgevingin ikki riggaði, tí hon forðaði ikki kvinnum í at taka fostrið?
Hví kanst tú ikki bara siga tað bart út? Vit vita øll tað er tað hetta handlar um. Hví er tað so ringt fyri teg at viðganga, at tú vilt ómynduggera kvinnurnar soleiðis at tú kanst forða teimum í at taka eitt fostur? Hví sigur tú ikki bara bart út, at henda tvungna ”ráðgevingin” er fyri at steðga kvinnum í at ”myrða eitt óføtt barn”? Er tað so vit ikki skulu uppdaga, at vit verða viðfarnar sum sinnisveik, kriminell ella børn? Gloymdi eg nakran annan bólk av fólki, ið vera so ógvusliga tikin av ræði? Er tað fyri at vit skulu finna okkum í vanvirðingini tit vísa okkum?
Tað er so øgiliga lætt at siga ”Her er eitt tilboð til kvinnur í eini truplari støðu – og forrestin er tað tvungið” heldur enn ”Fosturtøka er skeiv, og tí skulu kvinnur fyri ein og hvønn prís forðast í at taka eitt óynskt fostur”, men hví kallar tú ikki bara ein spaka fyri ein spaka, so vit síggja hvat tað er, vit eru uppi ímóti?
Inntil seksualundirvísingin livir upp til ein standard, sum kann hjálpa 14 ára gomlum at sleppa undan at blíva uppá vegin. Inntil hítir, p-bollin og øll onnur preventión er ókeypis. Inntil einligar ungar mammur uttan útbúgving fáa ta hjálp tær hava uppiborið. Inntil alt hetta er komið uppá pláss skal ongin billa mær inn, at tey eru ímóti fosturtøku tí tey vilja verja ósek børn. Tann 14 ára gamla er eisini eitt ósekt barn. Barnið, sum hevur eina móða mammu við ongum pengum er eisini ósekt. Tit kunnu líka so væl viðganga, at tit hava nakað ímóti at kvinnum dáma sex. Harafturat halda tit, at kvinnur skulu revsast við einum óynsktum barni, um tær ditta sær at liva sum menn.