Góði Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Friðarbogin, felagið hjá samkyndum í Føroyum

Sorø, t. 14. 8. 04
Bogi Dánialson Davidsen
Frederiksbergvej 53
4180 Sorø
Danmark

Eg vil takka tær mangar ferðir Jóannes Eidesgaard fyri, at tú helt eina røðu á ólavsøku í tiltakinum hjá Friðarboganum, felagnum fyri samkynd í Føroyum.
Tað er gleðiligt, at Føroya løgmaður klárt boðar frá, at í Føroyum eigur tað føroyska samfelagið at vera fyri øll við støði í andsfrælsi, virðing og tolsemi.
Tað er eitt stórt framstig fyri samkynd, at Føroya løgmaður sigur sína egnu áskoðan í spurninginum viðvíkjandi samkyndum, sum kann fáa góða ávirkan fyri okkum bæði hjá alminginum og í Løgtinginum í framtíðini.
Tað er eisini gleðiligt, at vit eru komin langt síðani 1988, tá Landsstýrið fall vegna framløgu av lóg fyri javnrættindum fyri kvinnur og samkynd. Tá var tað bert ein atkvøða fyri, nevniliga Karin Kjølbro.
Kvinnur hava síðani fingið lóglig javnrættindi í Føroyum, men muga enn arbeiða fyri veruligum javnrættindum.
Vit samkynd ynskja tað sama og eisini lóg um samfelagsligt parlag.
Hesar spurningar ber ikki til at skáka sær undan í løgtingsarbeiðinum við nýggjari familjulóggávu og als íkki í arbeiðinum við eini grundlóg fyri Føroyar.
Spurningurin órógvar enn nógv i Føroyum, eins og tað eisini var í Danmark, tá eg kom higar seinast í 60?unum og byrjanini í 70?unum. Í Føroyum eru enn nøkur kristin harðliga móti hesum lógum, tí okkara kynslív er synd sambært Mósebókunum og Paulus, men ikki ímóti okkum sum menniskju. Tí vilja tey ikki góðtaka, at vit verða góðtikin fult og heilt, sum vit sjálvi ynskja tað. Tað siga tey. Men aðrar orsøkir eru eisini.
Tí eri eg glaður fyri tína røðu Jóannes Tú eigur sjálvandi ikki at umbera teg yvir fyri mótstøðumonnum, tvørturímóti.
Tú kanst vera stoltur av, at tú hevur tikið henda spurning uppaftur og arbeiðir fyri, at vit samkyndu føroyingar kunna fáa somu mannarættindi í Føroyum sum hinkynd, sum okkara grannalond hava givið okkum fyri fleiri árum síðani.
Samstundis ynski eg Friðarboganum til lukku við tí væleydnaða tiltakinum, sum kann endurtakast á aðrari ólavsøku og hesin táttur kann eisini takast upp aftur við onnur høvi.