Góði Gerhard

Sólvit Simonsen

Eg síggi nú í bløðunum, at tú er mestsum í villareiði av ítróttarhøllini, ið ætlanin er at byggja. Eg skilji hetta ikki so væl við tað, at nú er nokkso long tíð fráliðin, síðan tú fortaldi fyri mær, at tú hevði sjálvur verið í landsstýrinum og ornað paragraffin og nú var klárt at undir høllina. Nú er drúgv tíð gingin, síðan farið varð undir fyrireikingar til Ítróttarhøllina, so tað mátti borið til at sett pengar av til verkið. Hvat innlit tú hevur í Sands kommunu veit eg ikki, men tú eigur at finna tær sannleikans keldur, tí Sands kommuna er opin. Vit fáa referat frá øllum kommunufundum, somuleiðis fáa allir borgarar roknskap, so halt teg til sannleikan.
Skopunar kommunu veit eg ikki beskeð um, so har gangi eg út frá at tú sigur sannleikan. Eg havi kannað prísin á einari ítróttarhøll og er hasin prísurin, sum tú upplýsir, ikki skrivaður við penum penni.
Tað er annars gleðiligt við tí góða samstarvi í oynni, har hvør svarar hvørjum sítt. Jú Gerhard, vit eiga øll í oynni ein fagran ungdóm, tú skuldi verið við til dystirnar á Meginskúlanum og sæð hesar ungu skopuningarnar, hvussu raskir teir eru at spæla fótbólt, so hevði tú helst havt hug at givið teimum betri umstøður.
Víðari skrivar tú, at tú ætlar ikki at avreiða tína heimbygd, tað er soleiðis vorðið við avreiðing, at tað krevur ein dugnaligan skipara at standa við róðrið fyri at leggja í fisk; men liggur tú við turrum dekki, so er ikki nógv at avreiða.