Góði Eyðstein

Eyðstein Leonsson Johannessen
f. 12. mars 1978 – d. 25. september 2013

Við hesum vakra sangi, sum vit sungu til tína jarðarferð ynski eg, at senda mína seinastu heilsan.

So beiskur ofta veruleikin er,
sum at síggja henda unga mannin her!
Fyri stuttum hann sum blóma frískur stóð,
men deyðin við tí køldu hond hann sló.

Hann fróur og lívsglaður altíð var,
hans smíl ei brosar meiri móti tær!
Hvør saknar hann. Tað eru sikkurt nógv,
hann fúsur var á landi og á sjógv.

Teim ungu hann á odda ofta var
hvør tekur plássið eftir honum har?
Tað verður tómt títt minni goymast skal,
tú ikki hoyra kann til títt farvæl.

Tær bønir eru sikkurt komnar væl,
har sál tín nú um ævir vera skal;
hvør kennir hjartans loyndarmál og ráð,
hvat veit man um hvat tú í sýstum sá.

Dagsins arbeiði hjá Eyðstein endað er,
sum hann, ver trúgvur alla tína ferð;
hans troytta likam kundi hvílu fá,
Guð stilla kann hvørt hjartans djúpa trá.

Til síðst farvæl og hvíl í friði her,
títt sakn er stórt ímillum okkum her;
Guð troysti tey títt hjarta hevði kær,
Hann eina veit hvat okkum gagnligt er.







Góði Eyðstein, øll tey góðu minnir eg havi um teg, vil eg goyma í mínum hjarta og ongin kann taka tey frá mær.

Fyri síðstu ferð vit skiljast,
á fold ei møtast meir.
Men í tí ljósa himli
vit møtast aftur fleir.
Tey sorgartár, nú renna,
tí stundin er so svár,
vit tá ei meira kenna
- bert einans gleðistár

Hav tøkk, vár kæri Eyðstein
fyri hvørt minni gott.
Tú altíð vildi hjálpa
í stórum sum smátt.
Ei kann ein meira geva
enn ofra sjálvan seg.
Tað gjørdi tú, vár Eyðstein,
tú ofraði teg.

Hvíl í friði elskaði Eyðstein
--------------
Fastir