Tú skalt tann 21. november avgera, hvør skal stjórna Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini, og eg eri ein teirra, sum bjóði meg fram sum títt umboð.
Vanliga kemur landspolitiska flokksbýtið lítið til sjóndar í kommunalpolitikki, men Tóshavnar Kommuna er vorðin so stór, at serliga búskaparliga stevnuskrá politisku flokkanna ofta týðiliga kemur til sjóndar í kommunalpolitiska arbeiðinum.
Eg bjóði meg fram saman við Sambandsflokkinum. Flokkurin er ein liberalur,
borgarligur flokkur, sum búskaparliga byggir sína stevnuskrá á, at eitt gott úrslit hjá einstaklinginum kemur øllum samfelagnum til góða. Tann sunna ábyrgdarkenslan hjá tí einstaka er treytað av, at tann einstaki sleppur at vísa, hvat hann dugir.
Í farna valskeiði hevur Sambandsflokkurin átt 2. varaformannin í býráðnum.
Flokkurin mátti taka um stýrisvøl og stýra skútuni gjøgnum valskeiðið, uttan at eg skal nýta nógv orð um hetta. Vit fingu gongd á býráðsarbeiðið aftur og framt mong mál, m.a. býarplanin og fleiri mál á mentanarliga, sosiala og fíggjarliga økinum.
Tí blunka vit ikki við at geva borgaranum tað lyfti, at um fýra ár verður Tórshavnar Kommuna undir okkara leiðslu eitt enn betur stað at búgva í við uppaftur betri trivnaði, bara vit fáa ta ávirkan, vit ynskja.
Heðin Mortensen
býráðslimur
og valevni til býráðið
Heimasíðan: www.hemorten.com










