GÍ-EB/STREYMUR
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá GÍ. Á støðutalvuni eru teir ikki so langt frá keðiligu strikuni, og síðani teir vunnu á ÍF, hava teir lagt rygg til trý tap. Serliga tapið á Sevmýri síðsta sunnudag rakti meint.
Hóskvøldið fingu spælararnir at vita, tá ið teir møttu til venjingar, at nú er Krzystof Popczynski, sum hevur verið spælandi venjari í Gøtu seinastu árini, bara spælari og ikki venjari. GÍ hevur mist nógv fólk, og tá ið Popczynski er uppaftur týdningarmiklari á vøllinum nú, enn hann longu frammanundan hevur verið, so hava leiðslan í Gøtu Ítróttarfelag og Popczynski í felag gjørt av, at Popczynski í trimum teimum seinastu umførunum bara skal hugsa um uppgávuna á vøllinum.
Petur Mohr er nýggjur venjari í Gøtu. Hvussu tað verður næsta kappingarár er eingin avgerð enn tikin um. Uppgávan hjá Peturi Mohr er fyribils í hvussu so er at hava ábyrgdina av venjingunum og teimum trimum landskappingardystunum, sum eru eftir av hesum árinum, og sum hjá GÍ bara snúgva seg um at sleppa undan niðurflytingini.
GÍ er fjórða av teimum tíggju feløgunum í Formula deildini, sum skiftir venjara í ár. Hini feløgini, sum hava skift venjara, eru KÍ, VB og HB.
Í gjár royndu vit at fáa annars púra álítandi tíðindini váttað frá nevndini í GÍ. Tað eydnaðist ikki at hitta formannin, Brand Jacobsen. Aðrir nevndarlimir vístu til formannin, sum altso ikki var at hitta. Aðrar keldur í GÍ vátta tó, at tingini hanga soleiðis saman, sum tað omanfyri er greitt frá.
Gøtumenn eru annars manningar liga so mikið frægt fyri undan heimadystinum móti EB/Streymi, sum teir ikki hava verið leingi. Síðsta sunnudag var Robert leikbannaður. Hann er tøkur aftur, og fyrrapartin í gjár høvdu teir í GÍ hvørki leikbann ella skaðar.
Framvegis nógv at spæla um
Á Mølini hava teir leingi spælt við tankan um, hvussu úrslitini hjá teimum og øllum hinum skuldu laga seg, um tað skuldi eydnast hjá EB/Streymi at vinna FM. Tepra tapið móti B36 ber við sær, at dreymurin um FM ikki fer at gerast møguleiki.
Men EB/Streymur spælir fyri at vinna so góða endastøðu, sum tað ber til. Teir eiga framvegis fyrstu heiðursmerkini til góða, og liðið hjá teimum verður í løtuni mett at vera nóg gott at vinna bronsukrónurnar.
Pacek er leikbannaður eftir at hann í síðstu løtu sá reytt móti B36. Enn er ikki greitt, hvussu leingi hann verður leikbannaður. Marni Djurhuus kom ikki á vøllin eftir steðgin síðsta sunnudag. Hann var skaddur, men hann vandi aftur hóskvøldið. Knút Vesturtún venur nú aftur við fullari ferð.










