GÍ hevur møguleika at siga takk fyri síðst

Men gøtumenn eru ikki væl fyri við fólki, tá teir í morgin fara á Svangaskarð, har teir ofta hava vunnið øll stigini

Mikukvøldið var B68 venjarin, Frank Skytte, ein av fleiri venjarum, sum vóru í Gundadali og hugdu at fjórðingsfinaluni í steypakappingini millum B36 og HB. Frank Skytte hevði ivaleyst verið har undir øllum umstøðum, men hann hevði serliga orsøk at hyggja eftir HB. Sambært skránni skuldu hann og B68 fáa vitjan av HB í fyrsta umfarinum:
? Tá eg kom til hús aftur, frætti eg, at vit í staðin skuldu spæla ímóti GÍ. Tað er einki at gera við tað. Vit eru klárir at taka ímóti GÍ. Vit vunnu fjórðingsfinaluna ímóti teimum fyri einari viku síðani, men vit eru greiðir yvir, at talan verður um nýggja avbjóðing. Og eg ivist ikki í, at Johan Nielsen, sum er ein sera snúðin venjari, hevur hugsað nýggjar ætlanir um, hvussu teir skulu fella okkum, heldur B68 venjarin, sum sjálvur hevur nógvar royndir og tískil ivaleyst eisini hevur gjørt sær hugsanir um, hvussu hansara menn kunnu lumpa GÍ.
B68 venjarin ynskir ikki at tosa so nógv um spælararnar, sum ikki eru tøkir:
? Vit mugu spæla við teimum, sum eru tøkir, og eg havi álit á teimum.
Men nøvnini á skaðalistanum boða frá, at B68 er ikki heilt væl fyri. Marcello er langtíðar skaddur. Jan Petersen hevur verið langtíðarskaddur, hann er farin aftur at venja, men hann er ikki tøkur enn. Anders Nygaard og Fróði Benjaminsen eru ivasamir. Báðir dragast við vøddaskaðar.

Henning og Krzystof burtur
GÍ hevur ikki so stóran 1. deildarhóp. Teir eru væl mannaðir, tá allir eru tøkir, men skaðar og aðrar orsøkir til, at spælarar ikki kunnu vera við, raka sera meint.
Popczynski var í álopinum í steypadystinum síðsta sunnudag, tá GÍ tapti 2?1 ímóti B68, men hann var illa fyri, og vit skilja, at hann verður ikki við í morgin. Tíðliga í vár varð hann skaddur í knænum, og síðani hevur hann eisini havt trupulleikar í rygginum. Henning Jarnskor býr framvegis í Danmark. Hann var heima og spældi fjórðingsfinaluna, men sambært GÍ venjaranum, Johan Nielsen, skuldi hann ikki koma heim í hesum vikuskiftinum.
Áslakur R. Petersen noyddist at fara av vøllinum, tá eitt korter var farið sunnudagin, men hann er tøkur aftur. Í Gøtu rokna teir við, at Súni Olsen kemur heim úr Hollandi í komandi viku. Hann verður góður styrkur at fáa, men hann verður ikki við ímóti B68.
Johan Nielsen hevur ikki so nógvar viðmerkingar til, at teir skulu spæla á útivølli ímóti B68, heldur enn at spæla á heimavølli ímóti VB.
? Eitt sindur keðiligt er tað, at vit nú skulu spæla á útivølli tveir teir fyrstu landskappingardystirnar, staðfestir hann. Í øðrum umfari skal GÍ spæla í Runavík.
GÍ plagar at hava takið á Svangaskarði. B68 venjarin, Frank Skytte, vil hava sínar menn at vera eyðmjúkar yvirfyri uppgávuni:
? Vit hava vunnið tríggjar steypadystir á rað, men vit eru ikki heimsmeistarar, og tað vita spælararnir væl, sigur Frank Skytte, sum gleðir seg til fyrsta landskappingardystin.