GÍ hevur hagtølini í sínum parti

B68, sum ætlar sær Intertoto plássið, hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti GÍ síðani í 1989

Tað verður oyggjauppgerð á Svangaskarði seinnapartin. Toftamenn taka ímóti gøtumonnum, sum ongan møguleika hava at blanda seg í stríðið um heiðursmerkini, og sum ikki eru í vanda fyri at koma í holtur við niðurflytingina.

Um hagtølini skulu takast sum ábending, so er GÍ favorittur. Gøtumenn hava nógvu tey seinnu árini havt sera gott tak á B68. Síðani besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið og til og við 1999 kappingarárinum, hava GÍ og B68 spælt 24 landskappingardystir. GÍ hevur vunnið trettan ferðir, B68 hevur vunnið fimm ferðir, og sjey ferðir hevur tað verið janvleikur. GÍ hevur skorað 50 mál, og B68 hevur skorað 26 mál.

Serliga merkisvert er tað, hvussu striltið tað hevur skorist hjá B68 á heimavøllinum á Svangaskarði. Har hevur B68 ikki fingið øll stigini ímóti GÍ síðani í 1989, tá úrslitið var 1?0.

Toftamenn kunnu hefta seg við, at teir undan summarsteðginum vunnu 2?1 í Gøtu.

? Vit høvdu vónað at sleppa upp í part í Europa Cup. Tað miseydnaðist. Síðsti møguleikin fyri altjóða fótbólti er Intertoto Cup. Hetta kastar ikki pengar av sær til felagið, men tað er altíð hugaligt hjá spælarunum at hava møguleikan at sleppa út um landoddarnar at royna seg, heldur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.

Hjá B68 er Jan Petersen framvegis skaddur. Fróði Benjaminsen var leikbannaður í Vági. Nú er hann tøkur aftur.


Síðsti dysturin

Gøtumenn siga seg vera uppsettar. Sigurin í steypakappingini bjargaði teimum pláss í UEFA Cup komandi kappingarár. Tað er greitt, at í landskappingini er og verður GÍ nummar sjey, men teir siga seg ætla at leggja nógv fyri á Toftum.

Magni Jarnskor var leikbannaður, tá vágamenn sunnudagin vórðu avsmurdir í Sarpigerði, hann er tøkur aftur. Teir eru tøkir aftur, og tað eru allir hinir spælararnir eisini. Tað tykist vera greitt, at Súni Olsen í dag fer at umboða barndómsfelagið fyri síðstu ferð í hesum umfarinum. Harafturat er tað ikki ómøguligt, at Henning Jarnskor komandi ár fer at royna seg í Odense. Men hetta er ikki heilt greitt enn.