GÍ hevur gallaveitslu

Fótbóltsgallaveitslan 2004 verður í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 16 oktobur kl. 19.30
Aftur í ár verður tað GÍ, sum fer at skipa fótbóltsgallaveitsluni. Umframt, at hetta er eitt høvi hjá leikarum og øðrum við tilknýti til liðini at hittast undir øðrvísi umstøðum, so er talan sjálvandi eisini um tiltakið, har ársins leikarar og venjarar skulu kjósast.
Hetta seinasta verður avgjørt við atkvøðugreiðslu, har venjarar og liðformenn á ymsu liðunum geva sína atkvøðu.