Fiskifloti
Í Sosialinum í gjár sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at neyðugt er við nýhugsan innan føroyska fiskiskipaflotan. Í hesum sambandi nevnir hann, at menn, sum sigla við línubátunum, ikki hava eina skiftisskipan, har teir eru eitt ávíst túratal umborð og síðan hava frítúr.
Jan Højgaard heldur, at tá ið menn ikki hava ein frítúr av og á, verður talið av arbeiðstímum gjøgnum eitt ár rættiliga stórt.
Umborð á føroysku línubátunum ganga menn vanliga seks tímar á vakt og hava síðan frí í seks tímar.
Hýra og frítíð
Vit hava spurt annan skiparan og eigaran á línuskipinum Klakki, Líggjas Johannesen, hvussu nógvar fiskidagar Klakkur hevur havt í ár.
- Vit hava verið í sjónum umleið 250 dagar og hava fiskað sløk 1100 tons, sum eru seld fyri 16,5 miljónir krónur. Hetta gevur ein manningarpart, sum liggur rundan um 450.000 krónur.
Líggjas sigur, at hann ikki á nakran hátt vil leggja seg út í sáttmálastríðið, men heldur tað vera óheppið, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag at kalla leggur upp til, at føroyskir fiskimenn heldur fara til Noregs at sigla, tí umstøðurnar her heima skulu vera so vánaligar.
Ikki misnøgdir
- Teir, sum sigla við okkum, eru soleiðis heima einar 110 dagar um árið. Vit liggja í miðal einar tríggjar dagar millum túrar, og síðan liggja vit umleið hálvan annan mánaða um summarið. Aftrat hesum liggja vit einar tríggjar vikur um jóla-og nýggjárshalguna, sigur Líggjas.
Spurdur, um hann hevur nakra meting av, hvat fiskimenn halda um lýsta verkfallið, sigur skiparin, at tað dugir hann einki at siga um, tí hann hevur ikki tosað við nakran um hetta.
- Eg havi tó ikki skilt, at menn eru serliga misnøgdir við umstøðurnar, sigur hann.
Líggjas vísir á, at oljuútreiðslurnar hjá línuskipunum fara av óbýttum, og tí merkir línuflotin ikki á sama hátt hækkingina í prísunum sum eitt nú trolaraflotin undir Føroyum.
Góður túrur
Í vikuni landaði línuskipið Klakkur 40.000 pund, sum teir høvdu fingið eftir átta daga roynd á Íslandsrygginum. Ein stórur partur av veiðini var toskur.
Líggjas sigur, at hetta var ein vánaligur túrur í nøgd, men teir seldu væl.
- Vit seldu fyri hálva miljón krónur, sum gevur einar 17.000-18.000 í manningarpart.
Hann vísir á, at teir einans vóru 11 mans við á hesum túri, tí summir av føstu manningini eru farnir í jólafrí.
- Nú fotin er lagdur, missa vit einki tær fyrstu 2-3 vikurnar, tí tá liggur skipið kortini, sigur Líggjas Johannesen.










