Sambært G! fyrireikarunum hevur sølan av atgongumerkjum til G!festivalin gingið avbera væl. Fyrstu vikurnar eru atgongumerkini seld fyri bíligari penga, og áhugin hevur verið stórur. Serliga er tað í Havnini, at sølan hevur gingið væl.
Hóast ætlanin er at lata 5000 fólk inn á festivaløkið hvønn dagin, verða einans helvtin, ella 2500 atgongumerki seld í forsølu. Hetta er fyri at tryggja sær, at festivalurin kann flytast inn um veðrið ikki er til vildar.
Við forsøluni, sum er tvífalda samanborið við í fjør, í huga, meta fyrireikarnir, at tey fara at selja øll 2500 atgongumerkini í forsølu. Eisini meta teir góðan møgu-leika vera fyri, at fáa 5000 vitjandi hvønn dagin.