Gágguveiða
Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum vildi hava at vita, hvussu nógv loyvir eru givin til veiði eftir gággu við glúpi ella rúsum ? um hetta eru tíðaravmarkaði royndarloyvir, og um nakrar avmarkingar eru í talinum av rúsum. Hann vildi eisini hava at vita, um nakrar avmarkingar eru sum siga, hvar reiðskapurin kann setast, og at enda spurdi hann, um landsstýrið hevur nakran framtíðarpolitikk á hesum øki.
- Sjálvandi eiga vit at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi, sum livir í havinum kring Føroyar ? á burðardyggan hátt. Tó vita øll, sum kenna nakað til fiskivinnu, at tað kann vera trupult at royna við ymiskum fiskireiðskapi á sama øki.
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, segði Kári, at útróðrarmenn eru misnøgdir við, at skip, sum eru ræðisavmarkaði, hava lagt um til at veiða gággur við rúsum á landleiðini.
- Útróðrarmenn siga, at vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um línan kemur niður, har stórt tal av rúsum standa.
Løgtingsmaðurin helt tað ikki vera rætt, at útróðrarmenn skulu troðkast burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiðihættir.
Tríggjar tilsøgnir
Í svarinum til fyrispurningin, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at Fiskimálaráðið seinastu árini hevur fingið einstakar umsóknir um loyvi til vinnuligan fiskiskap eftir gággum. Tríggjar tilsøgnir eru givnar um royndarloyvi, men av hesum er bert tann eina verkætlanin endað við royndarfiskiskapi, sum verður skipaður í samráð við Fiskirannsóknarstovuna.
- Royndarfiskiskapurin er avmarkaður til at verða í 2004, og framhaldandi royndir verða treytaðar av, hvørji fyribilsúrslit kanningarnar í 2004 geva, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at í royndarfiskiskapinum eru ikki ásettar avmarkingar fyri veiðiorku ella tali av rúsum, sum skipið kann hava. Upplýsingar frá royndunum verða skrásettar í serstakari dagbók eftir vegleiðing frá Fiskirannsóknarstovuni.
- Skipið hevur umleið 1500 rúsur; 800 rúsur verða drignar um dagin, og 15 favnar eru millum rúsurnar.
Landsstýrismaðurin sigur, at ongar beinleiðis ásetingar eru um, hvar royndarfiskiskapurin kann fara fram, men hann er treytaður av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa.
Í svari sínum leggur Bjørn Kalsø aftrat, at alt livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi eigur at verða gagnnýtt burðardygt.
- Royndarfiskiskapurin eftir gággum er loyvdur fyri at kanna, um hann kann rekast lønandi og burðardygt. Enn eru royndirnar á byrjunarstøði, og úrslitini eru ikki gjørd upp. Tað ber tí ikki til at gera ítøkiligar metingar av úrslitunum og framtíðarvánum fyri eini slíkari vinnu, sigur Bjørn Kalsø.
Lítið kjøt á
Kári P. Højgaard er ikki nøgdur við svarið hjá landsstýrismanninum, sum hann heldur ov lítið kjøt vera á.
- Tá ið tríggjar tilsøgnir eru givnar um royndarloyvi, men bert tann eina er endað við royndarfiskiskapi, kundi eg hugsað mær at vitað, um hinar tilsøgnirnar framvegis standa við - ella eru falnar burtur.
Løgtingsmaðurin kundi eisini hugsað sær at vitað, hvussu stóra roynd við rúsum landsstýrismaðurin heldur, at innara landleiðin tolir, áðrenn hetta verður til ampa fyri línuveiðina.
- Hevur landsstýrismaðurin ikki hoyrt um, at nevnda veiða hjá gomlum trolskipi hevur verið til bága fyri línuveiðina eystanfyri?
Kári vísir á, at økið, sum roynt verður á suður úr Borðuni og eystur á Svínoynna, er ein av mest troyttu línuleiðum og er eisini troløki hjá bátunum, sum royna á landleiðini um sumrarnar.
- Eg bar eyga við eina rúsu á dekkinum á einum trolbáti í summar, og tað merkir, at hesir eru eisini í krambolagu við nevndu gágguveiði.
Hann sigur, at 1500 rúsur við 15 favnum ímillum hvørja rúsu, gevur eina longd, sum er einar 37 kilometrar!
- Hetta er eitt langt strekkið, og ógjørligt er at síggja, hvussu reiðskapurin stendur, tá ið myrkt, toka, regn og sjaskveður er. Eisini er ómøguligt hjá einum útróðrarbáti at fáa henda reiðskapin at borði, um tú kemur fastur, tí reiðskapurin er so tungur.
Trongdir burtur
Løgtingsmaðurin sigur, at Bjørn Kalsø í svarinum vísir á, at royndarfiskiskapurin er treytaður av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa.
- Men hvussu í Guðs garði kann henda gágguveiða lata seg gera uttan at nerva verandi línuveiði, tá ið rúsurnar standa á bestu línuleið? spyr hann.
Kári sigur, at útróðrarbátar, sum royna við línu og veiða gággu við rúsum til egna nýtslu, nú eisini verða trongdir burtur á sínum leiðum.
- Vit mugu síggja í eyguni, at húkaveiðan á landleiðini hevur verið og er lívsgrundarlagið hjá mongum heimi í Føroyum ? einamest í økinum norðanfyri, haðani landsstýrismaðurin kemur. Við hesum fyrispurningi er ljóskastarin settur á ein trupulleika, har tveir veiðihættir á sama øki skapa trupulleikar. Hvussu hetta skal loysast, hvílir í landsstýrismansins hondum. Hann hevur myndugleikan og avgerðarrættin.
At enda vónar løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, at landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, fær royndarveiðina eftir gággu á eitt annað øki, har hon ger minni skaða enn í dag.