G! fyri børnini

22. jul 2006, 16:31

Klokkan 14 byrjaði stóra barnaskráin á G! og Angela skipaði fyri. Sera nógv børn  og vaksin  vóru møtt upp á spæliplássinum. Á skránni vóru m.a. undirhald við Ludvík og ommu hansara, skattajakt við Kaptajn Reyðkál og Angelu sum sjórænara-Sally, ponyríðing og hárflætting.

Skatturin var sjálvandi funnin niðri á sandinum har tveir aðrir sjórænarar ansaðu honum. Áðrenn hann kundi gravast upp noyddust børnini at gera ymiskt fyri at fáa spakan frá eina sjórænaranum. Tey grulvaðu, lakkaðu og at enda kitlaðu tey sjórænaran til hann noyddist at geva teimum spakan. Og so fóru øll at grava. Skatturin, sum var ein kista á tremur av bommum, var skjótt funnin og øll børnini (og onkrar mammur eisini) fingu burturav.
Síðan gekk leiðin niðanaftur á spæliplássið, men har hendi onki og nógv børn ótolnaðust og rýmdu, áðrenn næsti parturin av tiltakinum byrjaði. Bárður Persson og Elin á Rógvu saman við dansigentum, undirhildu og spældu hittlagið Lort í býin og nýggja lagið Upp á tá, og hetta endaði barnatiltakið og gjørdi pallin kláran til Popkorn.