G! forrit til fartelefonina

So er ein sokallað app til iPhone, iPad og iPod komin, sum vísir skránna til G! Tað er hallo.fo við Rúna Herup Olsen, sum hevur staðið fyri menningini av forritinum í samtarv við útlendskar forritarar.

 

Við forritinum, ella “app’inum” sum tað eisini kallast, kanst tú síggja skránna og fáa tíðindi frá festivalinum.

 

 

Eftir ætlan verður eitt forrit til Android telefonir tøkt seinni í dag. Forritið er ókeypis at heinta niður.

 

Fylg slóðini niðanfyri ella leita eftir G! Festival inni á app store fyri at taka niður forritið.

 

itunes.apple.com/dk/app/g!-festival/id449647635