GÍ-formaðurin farin frá

Á aðalfundinum fekk Janus Rasmussen ikki undirtøku fyri at leggja saman við LÍF

Tað veit Norðlýsið at siga. Tað hevur ljóðað leingi, at samband hevur verið millum GÍ og LÍF um møguliga samanlegging. Og eftir øllum at døma er hetta prát enn ikki liðugt.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Janusi Rasmussen, men nýggi formaðurin, Andreas Poulsen, sigur við Norðlýsið, at vantandi undirtøka fyri eini samanlegging her og nú var orsøkin til, at Janus segði seg úr formanssessinum.