Góð floglíkindir í dag

Væntandi kemur flogferðslan aftur í rættlag seint í kvøld. Floglíkindini eru góð í dag, tað er eitt lot av vestri, vindferðin liggur um 10-11 m/sek, seinni í dag minkar vindurin niður í 7-8 m/sek, í kvøld verður hann útnyrðingur í ættini, vindferðin fer eisini í kvøld at liggja um 7-8 m/sek.

Fyrsta flogfarið lendi í Vágum kl 8:39, tað kom úr Bergen, kl. 9:00 kom eitt flogfar úr Stavanger, seinnapartin og í kvøld skulu 4 flogfør koma, trý av teimum koma úr Keypmannahavn og eitt úr Reykjavik.

Eftir ætlan skulu fimm flogfør fara úr Vágum í dag, tvey eru farin, eitt fór kl. 10:02 og hitt fór kl. 10:30, bæði fóru til Keypmannahavnar. Hini trý fara ætlandi: kl. 15:30 til Keypmannahavnar, kl. 16:00 til Reykjavíkar og kl. 22:00 til Keypmannahavnar.