G-festivalurin heiðraður

Tað var gøtumaðurin Jón Tyril, sum fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2005 fyri sítt arbeiði við G-festivalinum.

Jón Tyril er um nakar maðurin aftan fyri G-festivalin, sum tykist verða komin fyri at verða, og tí valdi nevndin fyri virðislønina at heiðra unga gøtumanninum. Í grundgevingunum fyri at heiðra Jón Tyril og G-festivalinum segði Erling Isholm, umboðandi nevndina, at Jón Tyril við G-festivalinum hevur prógvað, at Føroyar ikki eru ov smáar til slík tiltøk, ið hýsa stórum og kendum heimsnøvnum.
Somuleiðis helt nevndin, at eitt slíkt tiltak sum G-festivalurin ger bygdina til pall, og sum styrkir fólksligu mentanina í Føroyum.
 
Bara andlitið út eftir
Tað var ein ógvuliga eyðmýkur Jón Tyril, ið tók móti heiðrinum, og hann var eisini skjótur at vísa á, at hann bert tók móti heiðrinum vegna so nógv onnur, ið hava gjørt G-festivalin til veruleika.- Eg eri bert ein av  mongum, sum í drúgva tíð hava stríðst fyri at gera festivalin til veruleika. Eg eri kanska andlitið út eftir, men tað er ein stór organisatión, sum eg umboði, tá ið eg taki ímóti hesum, segði Jón Tyril.