G-festivalurin er fluttur

G-festivalurin í 2012 verður eina viku áðrenn ólavsøku. Sostatt verður festivalurin í døgunum 19.,20. og 21. juli.

 

Festivalurin hevur øll árini verið sama vikuskiftið sum gamla gøtustevnan plagdi at vera tó undantikið 2009, tá festivalurin bleiv fluttur eina viku fram.

Jón Tyril, fyriskipari av G-festivalinum, sigur, at í ár hava fyriskipararnir av gøtustevnuni so kunnað valt millum tvey fylgjandi vikuskifti, og G-festivalurin hevur valt tað seinna:

-Vit hava valt at leggja okkum á vikuskiftið 19.,20. og 21. juli júst eina viku áðrenn ólavsøku. Vit halda, at hetta vikuskiftið áðrenn ólavsøku kennist betur, og harafturat hava mong ynskt, at festivalurin bleiv fluttur.

Atgongumerkjasølan til G-festivalin 2012 er eisini annarleiðis í mun til undanfarin ár, tí atgongumerkini verða bert seld á netinum. Hetta tí at fyriskipararnir meta, at hesin søluháttur ger tað lættari bæði fyri fyriskipararnar og kundan:

-Tað er bæði bíligari og lættari fyri okkum at selja mest møguligt av einum stað. Í Europa verða útvið 60 prosent av atgongumerkjum seld á netinum, og vit hava hini árini selt størri og størri part á netinum. So hetta er eitt natúrligt stig at taka, greiðir Jón Tyril frá.

Tó verða serlig átøk, har til ber at ogna sær atgongumerki í útvaldum sølustøðum. Eisini verður møguligt at bíleggja atgongumerki umvegis telefon ella teldupost beinleiðis frá G-festivalinum, og til ber so at rinda við vanligari flyting ella kontant, um onkur ikki ynskir at keypa gjøgnum netið.

 

(Eftir Rannvá G. Fossaberg)