Tað frætta vit beint nú.
Fyriskipararnir av G! festivalinum hava allatíð sagt, at festivalurin verður hildin. Men seinastu dagarnar eru nógvir smittutilburðir staðfestir, og støðan er nokkso kritisk viðvíkjandi koronu. Og í dag kom Landsstýrið við einari óbeinleiðis áheitan á festivalin um at avlýsa - sagt varð, at um tónleikafestivalar í summar avlýsa, so fáa teir endurgjald fyri mistar inntøkur.
Seinastu tveir tímarnar hava fyriskipararnir av G! festivalinum fundast um, hvat tey nú skulu gera. Nú er avgerð so tikin um at avlýsa.
– Vit harmast øgiliga nógv um støðuna og høvdu ynskt at kunna hildið festival saman næsta vikuskifti. Men sum støðan er kenna vit okkum noydd til at avlýsa festivalin aftur í ár, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G! Festivalinum.
Tey skjóta skyldina á myndugleikarnar.
– Handfaringin hjá myndugleikunum av støðuni hevur verið vánalig. Ógreiða støðan og ágangurin frá myndugleikunum í seinastuni ger, at vit í dag kenna okkum kroyst til at hála í bremsuna, siga fyriskipararnir.
– Vit kunnu bara staðfesta, at landsstýrið valdi at lukka føroyska summarið fyri at gera lívið eitt sindur lættari hjá ferðandi, ið komu til Føroyar.
Øll, ið hava keypt sær atgongumerki til G! festivalin, fáa tí endurgoldið sítt atgongumerki, so skjótt sum landsstýrið hevur útgoldið pengarnar til hetta, siga tey úr G! Festivalinum.