G! Festival og Gøtustevna standa saman

TíÐindaskriv

Tað er nú greitt at G! Festival og Gøtustevnan verða saman um tiltøkini í Syðrugøtu um vikuskiftið. So at siga alt verður savnað á festivalløkinum inni í Syðrugøtubygd og skráin fyri bæði tiltøkini verður løgd til rættis til frama fyri heildina.
G! Festival og GÍ, sum stendur fyri Gøtustevnuni fegnast um samstarvið. "Tað týdningarmesta er at partarnir samstarva um stór tiltøk, serliga í eini lítlari bygd sum Gøtu, tí gleðast vit um eitt samstarv við G! Festival", sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ, sum leggur afturat, at hann vónar og væntar at bæði Gøtustevna og G! Festival við at standa saman verða betri enn nakrantíð fyrr í ár.
"Allir partar vinna við at standa saman um tiltøkini, serliga tá so mangir gestir eru í væntu at koma til bygdina", sigur Jón Tyril, G! Festival formaður.
Samstarvið loysir upp fyri fleiri møguleikum í samband við tiltøkini bæði. Umframt at heildin gerst betri og meira innbjóðandi, er m.a. funnin ein loysn á tjaldingini. Eitt stórt tjaldingarøkið verður til taks kring fótbóltsvøllin í Norðragøtu og Ítróttarhúsið verður nýtt til WC og brúsu útbúnað. Vit vóna at vit við hesum klára at nøkta tí ótrúliga stóra eftirspurninginum á tjaldingarplássum, leggur Jón Tyril afturat.